- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani.
Skordýrið er vanligt í Føroyum og trívist best har tað er heitt og slavið.
Tí er silvurfiskur oftast at finna í baðirúminum, undir køksvaskinum og í kjallarum.
Silvurfiskar, sum Elisabet hevur fangað og granskað (Mynd: Elisabet Thomsen)
Silvurfiskur er ljósskjarur og flýggjar ella situr pinnastillur, so skjótt sum ljósið verður tendrað.
Silvurfiskur heldur til í rivum og holum og er sera kravlítil. Hann kann liva í fleiri mánaðir uttan at eta.
Silvurfiskinum dámar alt, ið hevur sukur og stívilsi í sær, so sum tapetklistur. Eisini kann hann eta pappír og klæði, tí er silvurfiskur mettur sum eitt skaðadjór.
Tað skal tó sigast, at vanliga er hann ikki til ampa í húsunum, har teir liva. Silvurfiskur er eitt heilt friðarligt "húsdjór"
Elisabet í gongd við at kortleggja arvamassan hjá silvurfiskinum (Mynd: Elisabet Thomsen)
Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av arvamassanum, kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri. Og hesar eginleikar kunnu vit menniskju gagnnýta. Hvussu?
Lurta eftir samrøðuni við Elisabet Thomsen, mýlalívfrøði-lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur arbeitt við hesu verkætlan. Hon greiðir frá verkætlanini og hvat vitanin um silvurfiskin kann brúkast til?
Nærmynd av einum silvurfiski sættur gjøgnum eitt stereoscope (Mynd: Elisabet Thomsen)
Kelda: Frøði, Dorete Block um silvurfiskin
