- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Tað eru vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn sum standa fyri hesi gransking.
Verkætlanin ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld.
Ætlanin er í høvuðsheitum at kanna og staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri.
Granskararnir taka sýnir úr gomlu beinagrindunum (Mynd: Søvn Landsins)
Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond – ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin, hesar fólkaflytingar fingu næstu mongu hundrað árini fyri londini, har teir settu búgv.
Fornfrøðiliga eins og søguliga finnast nógvir upplýsingar um víkingarnar, men tað er ikki altíð, at hesar heimildir geva okkum meiri ítøkiligar upplýsingar um leiðirnar, teir ferðaðust, nær hesar fóru fram, og fyri ikki at tosa um, hvussu víkingarnir samskiftu og blandaðu seg við grannafólkini.
Skøltur verður avmyndaður, tí útsjóndin skal endurskapast (Mynd: Kringvarp Føroya)
Á Fornminnissavninum eru útvald væl varðveitt mannabein og tenn av elstu beinagrindum, ið til eru her í oyggjunum, og sum hava ligið á goymslu savnsins. Beinagrindirnar, haðani sýni vórðu tikin, stava frá trimum fornfrøðiligum rannsóknum – frá víkingaaldar grevstrinum Yviri í Trøð í Tjørnuvík, sum fór fram í 1950-árunum, úr sóknarkirkjuni í Kirkjubø í 1960-árunum, og úr kirkjuni heima á Sandi í 1969.
Úrslitini eru ikki tøk enn, men vónandi verða tey tað í hesum árinum.
Eitt nú verður áhugavert at tað fer at bera til at síggja, hvussu hesu fólkini sóu út, húð- hár- og eygnalit.
Lurta eftir samrøðuni við granskaran Ashot Margaryan og fornfrøðingin Símun V. Arge.
Kelda: Søvn Landsins
