- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Brøðrasamkomurnar hava haft sera stóra týdning fyri Føroyar. Bæði málsliga, tjóðskaparliga og búðskaparliga!

Tað vísir gransking sum Tórur Jóansson hevur gjørt av brøðrasamkomunum í Føroyum.

Í sendingini verður tosað við Tórð, hví brøðrasamkoman gørdist so sterk og hvønn týdning samkoman hevur haft fyri Føroyar.

Eisini verður tosa við søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará, um hví føroyingar tóku brøðrasamkomuna til sín, í mun til íslendingar, har brøðrasamkoman ongantíð veruligani fekk fótafesti.

Hoyr sendingina her.

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.