- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur.
Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria.
- Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU.
- Og heldur gongdin fram, so peikar kumpasnálin um eini 25 ár móti Sibiria, leggur hann afturat.
Síðan 2000 hevur magnetiski norðpólurin havt beina kós móti Sibiria. Størri mynd, trýst HER (Mynd ESA, Grafik, Petra Eliasdóttir Mikkelsen)
Ferð kom á í 1990
Síðan man fór undir at eygleiða magnetiska norðpólin í um miðjuna á 1800talinum, hevur hann flutt seg í miðal 10 kilometrar um árið. Men í 1990 kom ferð á.
Síðan 2002 hevur hann flutt seg 50-60 kilometrar um árið, og í dag er magnetiski norðpólurin nakrar fáar hundrað kilometrar frá tí geografiska norðpólinum.
- Hví hann flytur seg, tað vita vit heilt einfalt ikki, sigur Nils Olsen.
Mátistøð stendur í Føroyum
Ein mátistøð, sum granskararnir brúka, stendur í Føroyum. Hon varð sett upp í Suðuroynni, í Hovi, fyri nøkrum fáum árum síðani.
- Vit hava fingið tær fyrstu mátingarnar úr Hovi. Ùrslitini eru góð, og mátistøðin sær út til at rigga væl, sigur Nils Olsen.
Lurta eftir samrøðuni, har Nils Olsen greiðir frá um tann magnetiska norðpólin, og um tað skjótt fer at henda ein sokallað pól-snaran.
Magnetstrálurnar strálar úr Suðurpólinum, snara um jørðina og verða beindar niður aftur við Norðpólin
(Keldur: Berlingske.dk, fysikleksikon.dk, rummet.dk)
