- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram.
Men eru hetta aldargomul fornminni, sum liggja undir moldini Yviri á Grundum, sum økið verður rópt í Klaksvík.
- Tað vita vit heilt einfalt ikki. Tað kann verða ein víkingatoft, men tað kann eisini verða okkurt annað, sigur Hans Andrias, søgufrøðingur. Hann hevur skrivað bókina, Klakvíkar Søga.
Gomul mynd frá 1898 av Klakvík. Reyði ringurin vísir, hvar Yviri á Grundum er. (Myndin er úr bókini Klaksvíkar Søga)
Komu fram á steinsetingar í 1957
Tá ið arbeiðsmenn í 1957 í samband við vegagerð skuldu grava eina nýggja veit til Ósanna, komu teir á lagdar steinar og steinsetingar, sum lógu knappan metur undir moldini, greiðir hann frá.
- Men hvat hetta er fyri nakað, er ikki nágreinað, sigur Hans Andrias.
Søguligar- og munnligarkeldur vilja verða við, at elsta búseting í Klakvík er í Vági, sum er mitt í býnum í dag. Um tað er rætt, so eru bústaðarleivdirnar, sum eru skrásettar í Yviri á Grundum á Vágsbøi, rættiliga gamlar.
Lutir funnir undir útgrevstirnum í Borðoyavík. Perlan verður mett at verða frá ár 800 (Mynd úr bókini Klaksvíkar Søga)
Víkingalutir frá ár 800
Fornfrøðisligur útgrevstur av víkingatoftum í Borðoyavík, fyrst í sjeytiárunum, vísir, at har er talan um sera gamla búseting. Har var millum annað funnin ein perla, ið er tíðarfest til ár 800 - 900. Um fólk eisini tá hava búð í Vági, so er talan um aldargamla búseting.
- Tí kann har verða talan um eina gomla víkingatoft, sum liggur mitt í Klakvík, sigur Hans Andrias Sølvára.
Lurta eftir samrøðuni, har hann greiðir frá, hvat man veit um út frá fornfrøðisligum-, munnligum- og skrivligum keldum, hvar tey fyrst fólkini í Bø hava búð.
