Málteigurin

At brúka endurskin er ikki at skara framúr
22-10-2020
Lýsingarherferð brúkar slagorðið 'Skara framúr. Nýt endurskin'. At skara framúr er heilt serstakt og tí ikki hóskandi her, sigur Elin Henriksen

Tá ein skarar framúr, er talan um fólk, sum er raskari, dugnaligari, vakrari, klókari, ídnari og so framvegis - stutt sagt betri enn onnur á sínum øki, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Og hon heldur, at er at gera í so nógv av, at nýta hesa orðingina um at nýta endurskin.

- Tað kann ein og hvør gera; so nógv krevur tað ikki, sigur hon.

Í sanginum, Mín vakra, ljósa lilja, verður sungið: tú skarar fram um allar, eg áður havi sæð.

At skara framum er ikki rætt, og tí átti orðingin ikki at verið brúkt á hendan hátt.

Posin hjá Miklagarði

Á posanum hjá Miklagarði stendur ein tekstur, sum eisini er til viðgerðar í sendingini.

Orð sum 'sovrit', 'allíkavæl' og 'stadigvekk' eru eisini til umrøðu, tí mong ivast í, hvussu tey eiga at stavast.

- Best hevði verið, um vit fingu eina stavseting til hesi orð, tí hóast tey ikki eru í skriftmálinum, eru tey livandi í talumálinum, sigur Elin Henriksen.

Harafturat er orðið, spennandi, til viðgerðar saman við orðingini, frá útlandinum.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023