- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Treysti er hvørkikyn, og vit siga, at hon ella hann rennur við Treysti, ikki Treystinum.
Treysti, Tjaldur, Kyndil og Ravnur hava øll tað í felag, at tey eru óbundin nøvn á t.d. felagsskapum, meðan nøvn sum Neistin, Sporðdrekin, Bragdið og Hvirlan eru bundin.
Tey skulu øll bendast, men munurin er, at tey óbundnu ikki skulu bendast sum bundin.
Dømi:
Felagið eitur Treysti, og hann rennur við Treysti
Feløgini eita Tjaldur, Kyndil og Ravnur, og tí eru fólk limir í Tjaldri, Kyndli og Ravni, eins fyritøkan eitur Bakkafrost, men fólk arbeiða hjá Bakkafrosti.
Feløgini eita Neistin, Sporðdrekin, Bragdið og Hvirlan, men fólk eru limir í Neistanum, Sporðdrekanum, Bragdinum og Hvirluni.
Gleðiligan Knút
Gamalt var at siga Gleðiligan Knút, tá fólk kom inn a gólvið á Kyndilsmessu, skrivar lurtari úr Haraldssundi, men hvaðani stavar tað? Elin Henriksen hevur kannað málið og kemur við einum boði.
Og so spyr lurtari, um vit kenna orðið, sniðleingjuskøðið, meðan ein annar spyr, um kvinnur kunnu vera garpar?