Málteigurin

Vit mugu vera góð við málið
22-03-2021
Føroyingar mugu vera góðir við føroyska málið og varðveita tað, tí um føroyingar ikki gera tað, hvør ger tað so?

Føroyskt er so stirvið, føroyskt er so trupult at læra, føroyskt hevði verið lættari uttan bendingar og ð og vit eiga at kunna tosa, sum okkum lystir.

Hesi uppáhald eru ikki nýggj, men eru framvegis at hoyra.

Samstundis floyma nýggj orð og orðingar inn í málið hvønn dag. Oftari og oftari hoyra vit fólk, sum arbeiða við børnum, siga, at føroysk børn tosa meira og meira enskt, og at tey duga enskt, áðrenn tey fara í skúla.

Í sendingini tosa vit um, hvat ávirkanin uttaneftir kann hava við sær, um hugburðin til málið og at varðveita tað og hvørji krøv setur tað til okkara, sum hava føroyskt sum móðurmál?

Elin Henriksen, málkøn, leggur dent á, at føroyingar eiga málið og mugu vera góðir við tað.

- Tað er ikki so langt síðan, at føroyingar fóru at tosa føroyskt aðrastaðni enn við hús. Og tað er umráðandi, at vit ikki taka tað sum givið og gloyma at verja og varðveita málið, sigur hon.

25. mars er móðurmálsdagur í Føroyum og føðingardagur V. U. Hammerhaimbs.

Hetta høvið brúkar Málteigurin til at steðga á og gera upp - hvussu sær støðan út í løtuni? Beint upp undir móðurmálsdagin 2021.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023