- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
'Eg spottaði hana í gjár'.
Summi høvdu øtast við og spurt hví, meðan onnur høvdu spurt hvar?
Hetta er dømi um enskt orð, 'to spott', og føroyskt orð, at spotta, sum líkjast, men hava fullkomuliga hvør sína merking. Falskir vinir, sum tað eisini verður kallað.
'Falskir vinir' elva ofta til misskiljingar, og enn verri verður tað, tá ið eitt orð úr einum øðrum máli verður tikið inn í eins egna mál, sum longu hevði orðið frammanundan, men við heilt aðrari merking, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
- At spotta er tað sama sum at háða, halda fyri gjøldur. Men enska spotta er komið inn við merkingini at leggja til merkis, at vera var við, at bera eyga við, sigur hon.
Við Tórði á túri
Lurtari spyr, um heitið á sendingini, Við Tórði á túri, í útvarpinum er rætt. Elin Henriksen sigur, at heitið á sendingini kann verjast sum orðaspæl.
- Vit hava samansetingina 'á túri' í orðingum, har fólk fara til skips: 'teir eru á saltfiskatúri' - 'koma heim av túri'. 'Túrarnir' hjá Tórði eru tó sum oftast uppi á landi. Vit kundu eisini sagt 'Við Tórði á ferð', men so missa vit rytmu og stavrím.
Málburður í miðlunum
Nakrar orðingar úr miðlunum eru eisini til viðgerðar, so sum seta á stovn, ikki nakra og dupult so fá.
Harafturat verður navnið á nýggjum depli til stutttíðarpláss til eldri fólk eisini umrøtt.
Navnið á deplinum er URD, og tað kemur av orðunum umlætting, rehabilitering og depil.