Málteigurin

Til ber at siga bæði skadd og skødd
07-06-2021
Um eitt ítróttafólk hevur fingið skaða, er tað í lagi at siga bæði skadd og skødd, tá talan er um kvinnu

Eitur tað skaddur í kallkyni og skødd í kvennkyni?

Hoyrdi útvarpsvert siga, at ein spælari sat á beinkinum, tí hon var nakað skødd, og eg sá eina løgna mynd fyri mær, hvussu hon kundi verðið betri skødd.

Soleiðis skrivar lurtari til Málteigin.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá umljóði og sigur, at tey eru ikki altíð líka gjøgnumførd, og tí ber til at siga bæði skødd og skadd við júst hesi merkingini.

Orðið, 'testa' verður brúkt í sambandi við bæði eitt og annað, men kunnu vit ikki finna eitt annað orð, spyr lurtari.

- Júst í koronustøðuni hevði verið betri at brúkt kanna, heldur Elin Henriksen.

Fleiri ymisk evni

Í sendingini verður eisini tosað um orðingina, at biðja upp bønarorð, um hatta og hetta, sum í talumáli ofta verður sagt hattar og hettar og um tað eitur tíverri ella tíanverri.

Rumbuldós, sum stavar frá gomlum spæli, hevur fingið nýtt lív, eftir at Stongum og Guttesen góvu sangin, Rumbuldós, út í fjør, og nógvir lurtarar skriva til sendingina og minna á gamla spælið.

Harafturat tosa vit um orðini 'civil' og lang ella long.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending
13-02-2023