Málteigurin

Botnfiskur verður til 'bonnfiskur', tí ljóðini líkjast
04-10-2021
Tá tvey ljóð, sum eru lík, standa hvørt hjá øðrum, kunnu tey gerast so lík, at tey renna saman til eitt. Sum til dømis í orðinum, botnfiskur, sum verður til 'bonnfiskur'

Ljóðlíking og ljóðfrálíking eru fyribrigdi, sum eru púra vanlig í málum. Ikki bert í føroyskum.

Tá tvey ljóð, sum frammanundan eru lík (t.d. í tí, at tey eru varraljóð), kunnu, tá ið tey standa hvørt hjá øðrum, gerast uppaftur meira lík. Ofta so lík, at tey renna saman til eitt ljóð, sum til dømis í orðinum, botnfiskur, sum verður til bonnfiskur.

Onnur líknandi dømi kunnu vera:
emmerkja/eyðmerkja, brefflís/breyðflís, jammaldur/javnaldur og obboðið/ov boðið.

Hinvegin hava vit eisini ljóðfrálíking, sum hendir til dømis, tá vit hava ll > dl. Dømi um hetta kann vera orðið, allar, sum verður úttalað adlar.

Onnur dømi um ljóðfrálíking eru:
l > r\t\t         Vilhjálmur \t Viljormur
\t\t                Helludalur - Helludalstindur - Heldarstindur
nn > dn\t\t    oynna \t\t oydna

Á summum málførum í Suðuroy verður nn til dn aftan á tvíljóð: ánna > ádna

Tamur, spakur og neyst og 'nest'

Vit tosa eisini um munin á orðunum, tamur og spakur, og lurtari spyr, um orðið, neyst, kemur frá enska orðinum, 'nest'.

- Nei, hesi orðini hava hvør sín uppruna, sigur Elin Henriksen, málkøn, sum greiðir frá, hvaðani hesi bæði orðini stava.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023