Málteigurin

Flestu staðarnøvn bendast óbundin
18-10-2021
Staðarnøvn skulu bendast, men tað merkir ikki, at tey eru bundin, tí vit benda bæði í bundnum og óbundnum formi. Lurtari villist í óbundnum og bundnum bendingum

'Eg sigi Runavíkina og Klaksvíkina, men fleiri rætta meg og siga, at tað ikki er rætt. At tað skal vera Runavík og Klaksvík. Eg havi altíð fingið at vita, at nøvn skulu bendast, so hvat er rætt'?

Soleiðis skrivar lurtari til sendingina hesa ferð.

- At benda og at gera bundið er hvør sítt. Meginreglan er, at staðarnøvn eru óbundin. Men nógv staðarnøvn verða kortini bend í føllum, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

Býurin eitur Vágur, tey búgva í Vági, vit fara til Vágs
Toftir - á Toftum - út á Toftir
Kollafjørður - í Kollafirði - til Kollafjarðar
Klaksvík - í Klaksvík - til Klaksvíkar

Í heilt fáum førum kunnu staðarnøvn verða bundin. Tað kann til dømis vera, tá ið sernavnið er tað sama sum eitt vanligt navnorð:

Havn, um alla Havnina, tey komu úr Havnini. Men Tórshavn kann ikki vera bundið. Eitt gamalt heiti á Oslofjørðinum er Víkin, og tað varð ofta sagt bundið: í Víkini.

- Nøvn á summum oyggjum kunnu vera bundin ella óbundin. Tað eitur tó altíð í Vágum og ikki í Vágunum, sigur Elin Henriksen.

 

Fyri og føllini

Fyri kann bæði stýra hvønnfalli og hvørjumfalli, og tað er ikki altíð so lætt at finna greiðar reglur.

Hartil kemur, at rákið í málinum er, at hvørjumfall vinnur alt meira á hvønnfalli.

Dømi: 
Skipið siglir ikki fyri veður, men vit fáa ikki arbeitt fyri illveðri. 

Elin Henriksen sigur, at onkrar meginreglur tó eru, sum mann kann halda seg til. 

Ofta er talan um hvørjumfall, tá ið tað hevur við forðan at gera, meðan er talan um orsøk, verður hvønnfall brúkt, sigur hon og vísir aftur til dømið omanfyri.

 

Íløga og løga

Ein lurtari, hvat munurin er á løgu og íløgu.

Elin Henriksen sigur, at tað krevst servitan fyri at lýsa munin millum hesi bæði orðini, og hon vísir í hesum sambandi á, hvat Málnevndin mælti til í 2002:

Orðafar nr. 56, mai 2002, 16. árg.

Verklag
Fyri sløkum tveimum árum síðan mælti Málnevndin fjølmiðlum og myndugleikum til at brúka orðið verklag fyri danska orðið anlæg. Beinleiðis orsøkin var, at orðið løga var farið at hoyrast og síggjast í fjølmiðlunum, serliga í samansetingini løgujáttan. Málnevndin fekk fleiri fyrispurningar um hetta nýggja orðið, og øll tóktust halda, at tað var ein styttur formur av orðinum íløga, danskt investering.

Seinni fingu vit uppspurt, at tað í grundini verður brúkt fyri danska orðið anlæg, og løgujáttan var sostatt týðing av donskum anlægsbevilling. Fleiri ilskaðust inn á orðið, tí tað hevur fleiri algongdar merkingar frammanundan, eitt nú avkom av summum dýrum, t.d. kettlingar ella hundahvølpar, sum eru lagdir í einum, t.e. sama merking sum danskt kuld. Men serliga óheppið er orðið, tí tað líkist so nógv orðinum íløga, og tí at nýtsluøkið lutvíst er tað sama. Orðini koma tí skjótt í bland hjá teimum, sum ikki eru so køn í búskapi.

Málnevndin mælti tí til orðið verklag fyri at sleppa undan blandi millum løga og íløga, og vónin var sjálvandi, at vit harvið kundu semjast um eitt orð fyri danskt anlæg. Fleiri hava eisini tikið undir, men enn eru bæði annlegg og løga at hoyra og síggja, t.d. hevur orðið verið nógv frammi seinastu tíðina í sambandi við eina lóg, sum við hvørt verður nevnd verklagslóg, við hvørt løgulóg og við hvørt annlegslóg. Vit mæla sjálvandi til verklagslóg'.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023