- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Tá ið støðan er tann, at ein stórur partur av stórum børnum og ungum als ikki síggja/hoyra føroyskt í nøkrum miðlum, so er tað nógvar ferðir betri at hava eina vælumtókta sending, hóast onkur málslig lýti, enn einki at hava, sum fangar áhugan hjá ungum.
Tað heldur Elin Henriksen, málkøn.
- Har eru júst 'Biit' og 'Gentuvesið' eitt framstig, tí kann tað vera við til at fáa ung at tíma at lurta eftir útvarpinum, so er tað einastandandi gott. Og so haldi eg ikki, at vit kunnu heingja okkum í, at okkurt orð ella onkur bending kemur skeivt fyri, sigur hon, nú Málteigurin heldur fram við evninum, ættarlið og málburður.
Elin Henriksen leggur afturat, at tað er einki at ivast í, at nógv, nógv meiri orka og ikki minst pengar skulu leggjast í 'skíggjatilfar' til børn og ung á føroyskum.
KvF hevur málsliga ábyrgd
Tá hetta er sagt, heldur Elin Henriksen, at KvF ikki eigur at gloyma sína málsligu ábyrgd, men har má fremsta uppgávan vera at fáa tíðindasendingarnar betri málsliga.
- Tær eru skrivaðar og upplisnar, so har ber ikki líka væl til at umbera við 'talumáli'. Orðfeingi, bendingar, framburður - og her havi eg varhuga av, at áhugin fyri at gera tað betri er har, so spurningurin er kanska meiri 'hvussu' enn 'um'.
Tað skal tó eisini framhaldandi vera rúm fyri talumáli í KvF. Har snýr tað seg kanska meiri um bendingar og framburð, og ikki um, hvørji orð verða nýtt, heldur Elin Henriksen.