Málteigurin

Fólk eru smittað - ikki smittaði
03-01-2022
Hóast mong siga, at fólk eru smittaði ella liðini mannaði, so er tað rætta smittað ella mannað. Tað fyrra er ikki góðkent í skriftmálinum

Nú eru næstan 1.000 fólk smittað. Seinastu næstan tvey árini hava hesi orðini verið dagligur partur av tíðindaflutninginum, men hvussu er við lýsingarháttinum í fleirtali - fær hann i í endan ella ikki?

Eitur tað liðini eru mannaði ella mannað, brøvini eru skrivaði ella skrivað ella fólk eru smittaði ella smittað?

 

Mega og sodavatn

Orð sum kul, feitt og mega eru orð, eru orð, sum verða serstakliga nógv brúkt, meðan onnur orð við somu merking detta út úr málinum, tí tey ikki verða brúkt longur.

Mega er eitt orð, sum styrkir tað, sum tú sigur - júst sum ógvuliga, sera, óvanliga og so framvegis.

Um tú slært ógvuliga upp í samheitaorðabókini, finnur tú 146 uppskot um orð at seta ístaðin fyri mega/ógvuliga.

Hvussu bendast sodavatn og øl í fleirtali?

Vatn og øl eru hvørkikyn, men hvussu siga vit, tá vit bíleggja fleiri?
Tvær sodavatn ella sodavatnir og tvær øl ella ølir?

 

Fjarritari og hiti

Umframt hesi evni tosa vit eisini um, hvørt tað er rætt at siga fjarritari í Gekkinum, tá eitt fólk ringir inn til spælið og tosar fyri eitt annað.

Lurtari vil vera við, at tað er skeivt at brúka fjarritari.

Og so spyr lurtari, hví vit siga hitin, tá ið tað er kalt:

Í veðurtíðindunum hoyrist viðhvørt, - og aftur nú ein dagin: 'Hitin liggur um frostmarkið og 3 stig.'
Er tað ikki øvugt at tosa um hita, tá tað er so kalt sum um frostmarkið?
 

 

 

Mynd: Fyrsti Málteigurin í 2022 var sendur beinleiðis úr heiminum hjá Elini Henriksen á Strondum.
Myndatøka: Alexander Gaard

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023