- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Ofta siga fólk, tá onkur er ov sein/ur at gera vart við seg, at tokið er koyrt. Tikið úr donskum. Vit hava ikki tok í Føroyum. Hví ikki siga Másin er farin (sum til dømis Dávur keypti ølið)? Tað er meira eksotiskt, sigur lurtari.
Elin Henriksen, málkøn, heldur uppskotið vera frálíkt.
- Lat okkum heldur fara at siga, at 'Másin er farin' í staðin fyri, at 'tokið er koyrt'.
Hon ger tó samstundis vart við, at her eru aðrar orðingar so sum: 'nú vendist ikki aftur', 'nú má svíða sum svøllur', 'hatta gerst ikki umaftur', 'spælið er endað', 'leikur er av', 'nú er úti'.
Fyri trokar hjá burtur
Tað sær út, sum at fyri er í ferð við at troka hjá burtur - í hvussu so er í miðlamáli, har vit síggja orðingar sum til dømis hesa:
Stovnurin verður bústaður fyri fimm fólk heldur enn hjá fimm fólkum.
Vit viðgera orðini, brongla og forbrongla, tí lurtari spyr, hvat munurin er á hesum báðum orðunum, eins og vit eisini umrøða sjáldsama orðið, kvilkin.
Ha
Og so er tað eitt evarska lítið orð, sum vit brúka nógv.
Tað hevur tveir bókstavir og hevur ofta til endamáls at gera eina staðfesting til ein spurning.
Til dømis: Tað passar ikki, ha? Tú hevur verið har, ha? Orðið, ha, verður umrøtt í dagsins Málteigi.