Málteigurin

Greidleiki er lítið brúkt
17-01-2022
Tá løgmaður herfyri brúkti orðið, greidleiki, gjørdu mong vart við seg. Helst tí, at orðið ikki verður brúkt so ofta, heldur enn at nakað er galið við sjálvum orðinum

Fyri stuttum brúkti Føroya løgmaður orðið, greidleiki, tá hann var spurdur um politisku støðuna, ið tá var nakað rokalig. Men er greidleiki eitt orð, siga vit ikki bara: fáa greiðu á, spyr lurtari.

- Orðið er sanniliga til, men tað ljóðar kortini snøggari at fáa greiði á ella greiðu á, sigur Elin Henriksen, málkøn.

 

Buksur eru fleirtal og kvennkyn

Lurtari sigur seg ofta síggja buksur umtalaðar í kallkynsformi, t.d. buksur til sølu, teir sita væl og hava nógv strekk.

Hesum visti Elin Henriksen ikki av og sigur, at tær eru kvennkyn: einar buksur, buksurnar tær. Brøkur eru eisini kvennkyn.

 

Vikuskifti og búrmáltíð

Á føroyskum eitur tað um vikuskiftið, og orðið, búrmáltíð, merkir stór og góð máltíð.

 

At noða

Lurtari hevur vent sær til okkara við nøkrum orðum við ymsum merkingum, sum eru áhugaverd at nevna, tí tey eru ikki so nógv at hoyra. Í dag er orðið: noða við merkingini at klinka.

Í sendingini hevur Elin Henriksen eina longri frágreiðing um orðið, noða, við merkingini at klinka, har hon tekur soleiðis samanum:

At noða er at kroysta ella sláa metal flatt. Eisini sagt, at 'loddið verður noðað av at knylla í klett á botni', at boyggja kant á metalplátu.

Vit hava eisini orðingina 'at vera noðin og snoðin'. Snoðin er at vera slætt, serliga sagt um t.d. seyð, sum hevur mist ullina, ella um tættklipt ella skallut fólk.

Og er okkurt so bæði 'noðið og snoðið', so er tað uppaftur slættari, sum væl pussað jarn.

 

At enda í sendingini verður mint á, at vit eru í masku ella brúka masku.

- Vit fara í masku, brillur og hatt, og vit eru í masku brillum og hatti. Vit taka ikki masku, brillur og hatt uppá.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024