Málteigurin

Við komu er plastikmál
24-01-2022
On arrival/ ved ankomst er vorðið til 'við komu', og ved afgang "við fráferð'. Hetta er eitt tað sjónskasta dømi um, at føroyskt verður broytt til eitt plastikmál

Í næstan tvey ár hava vit sær og hoyrt lýsingar um koronukanningar, har fólk verða biðin um at kanna seg við komu. Hvat er við komu fyri nakað, spyr lurtari og sigur, at man kann verða kannaður við krími, við hundi, við kenning, men ikki við komu.

Eingin føroyingur hevði sagt við komu, føroyingar siga: tá tú kemur til landið. Her er talan um eitt tað sjónskasta dømið um, hvussu almennir myndugleikar slóða fyri at broyta føroyskt til eitt plastikmál, ið eingin kennist við, vil lurtarin vera við.

Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran, hóast orðið, koma, stendur sum navnorð í til dømis DA-FØ og EN-FØ orðabókunum.

 

Strandamegin ella strandamegin

Nú Eysturoyartunnilin er latin upp, spyr lurtari, um tað eigur Strandamegin ella strandamegin.

- Orðsamansetingar við -megin kunnu gerast um næstan alt. Og verður altíð skrivað í einum orði og við lítlum, um ikki tað er fyrsta orðið í einum setningi.

Eldri maður segði mær henda dagin: Tað hekk slíkur friður uppi við teimum gomlu. Helst er hetta eldri orðafellið ikki til í dag, ella hvussu, spyr ein annar lurtari.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending
13-02-2023
Tað er einki galið við at brúka orðið, røðari, fyri rógvara, tí røðari er gamalt, føroyskt orð fyri rógvara
06-02-2023
Vit hoyra næstan ikki mun á, um mann sigur prestur ella prestir, tí ljóðini viðhvørt eru so veik. Men tað stavast við -ur
30-01-2023
Líka sum vit siga dani ella danskari, svii ella svenskari og rumeni ella rumenari, kunnu vit eisini siga russi ella russari
23-01-2023