Málteigurin

Orðabókaleiting
31-01-2022
Tað er so mangan, at fólk ikki finna orð í orðabókunum - man tað vera tí, at orðið ikki er í bókini, ella tí at fólk duga ov illa at leita í orðabókunum?

Størsti partur av dagsins sending fer til at tosa um orðabókaleiting.

Tað er so mangan, at fólk ikki finna orð í orðabókunum - er tað tí, at orðið ikki er í bókini, ella tí at fólk duga ov illa at leita í orðabókunum?

Sama hvat svarið er, so eru nógvar ymsar funkur í talgildu orðabókunum, sum øll kanska ikki vita um, sum kunnu geva nógv hollari og neyvari vitan um eitt orð, ið leitað verður eftir.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá ymsum funkum og styttingum í orðabókunum.

Á orðabókaportalinum eru nakrar funkur, sum standa høgrumegin leitifeltið, sum kunnu geva hollari og neyvari frágreiðingar, um leitað verður eftir einum orði ella merking. 

 

Tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá Málráðnum og finna hjálp og vegleiðing til ymisk málslig ivamál. 

Stavsetingarreglurnar finna tit her. 

Strúkari og ein blá ein

Í dag umrøða vit orðið, strúka, ella ein strúkari. Orðið hevur rættiliga nógvar merkingar, og vit taka tað upp, tí tað er eitt av fleiri ymsum orðum, ið ikki verða so nógv brúkt longur, ið lurtari hevur sent okkum.

'Hatta kundi verið ein blá ein' - soleiðis verður mangan tikið til, tá eitthvørt kundi verið snópisligt, men hvaðani man hetta koma, spyr lurtari.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023