Málteigurin

'Vit hevði' má roknast sum málføri
07-02-2022
Summastaðni er so mikið vanligt at siga 'hevði, legði, segði' í tátíð, at tað má roknast sum málføri. Fólk hava sagt soleiðis í minst fýra ættarlið, sigur Elin Henriksen

Eg havi lagt merki til, at summi fólk ikki brúka tátíð fleirtals bendingina av onkrum sagnorðum, t.d. søgdu, løgdu og høvdu. Í staðin fyri at siga 'vit søgdu' so siga tey 'vit segði, hevði og legði'.

Summastaðni er so mikið vanligt at siga so í tátíð, at tað má roknast sum málføri. Fólk hava sagt soleiðis í minst fýra ættarlið, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Hon leggur afturat, at vit mugu góðtaka, at vit hava eitt felags skriftmál, og at tað ikki altíð (og ikki í øllum málførum) er samsvar millum talumál og skriftmál - eins í flestu málum.

 

Kynsneutral heiti

Eg eri granskari og mítt serøki er parlamentir og stjórnarviðurskiftir. Eg havi ein spurning um politisk heiti og heitið 'maður'. Eg kundi hugsað mær at vita, um tað eru aðrir møguleikar fyri kynsneutralari heitum enn løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður.

- Hetta er meira ein spurningur til Málstovuna enn til Málteigin, men vit kunnu saktans viðgera hann, sigur Elin Henriksen, málkøn, og leggur afturat, at sum hon sær, er eingin forðing fyri at tosa um løgtingsfólk og landsstýrisfólk.

Hinvegin heldur hon tað vera torført at broyta heitið 'løgmaður', tí tað er eitt slag av starvsheiti. Harav eru nógv tey flestu kallkynsorð.

 

Tol og tolsemi

At vera tolsamur og tolin eru hvør sítt, men tey verða brúkt hvørt um annað.

- Spell, at hesi bæði orðini verða blandað saman. At vera tolin er at hava gott tol, ikki vera ótolin. At vera tolsamur er tað, vit eisini kenna sum tolerantur: at góðtaka mangt, sum er øðrvísi enn tað, vit sjálvi eru, halda, meina ella gera.

Hoyri um eina samráðing, har teir komu sum av 'torvheiðum', neiligt orð. Hví hevur orðingin, 'kom sum av torvheiðum' negativa merking?

- Tað merkir at koma tómhentur, greiðir Elin Henriksen frá.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024