Málteigurin

Stívliga merkir meiri enn
14-02-2022
Tá orðið, stívliga, verður brúkt, merkir tað meiri enn, meðan sløk merkir minni enn. Bland kann koma í, tá orð hava øvugta merking, og er hetta dømi um tað

Lurtari biður Málteigin greina munin á stívliga og sløk.

Tá vit tosa um stívliga 30 %, merkir tað meira enn 30 %, meðan sløk 30 % merkir minni.

- Um tað er torført at minnast, at 'stívliga' er meiri enn, ella ríkiliga, og slakur/sløk er minni enn, so hjálpir kanska at hyggja at upprunanum, sigur Elin Henriksen, málkøn.

 

Glitnir, SALT og Jarðir

Hesi trý sernøvnini skulu bendast, sum øll onnur sernøvn, ið kunnu bendast. Men Glitnir og Jarðir eru tvey sernøvn, ið ikki hava sama bendingarsnið.

Glitnir bendist sum til dømis Glasir:

Eintal Navn Navn
Hvørfall Glasir Glitnir
Hvønnfall Glasir Glitnir
Hvørjumfall Glasi Glitni
Hvørsfall Glasis Glitnis

 

Jarðir er fleirtals orð av jørð, og tað bendist soleiðis:

Fleirtal Navn
Hvørfall Jarðir
Hvønnfall Jarðir
Hvørjumfall Jørðum/Jarðum
Hvørsfall Jarða


Ymisk orð

Fleiri onnur einstøk orð eru á skránni í dagsins sending.

So sum eskja, har lurtari vísir á, at eskja ofta verður stavað 'erkja' og hvørkikynsorðið, profeti, sum er meinlíkt kallkynsorðinum, profeti. Munurin er herðingin, tí hvørkikynsorðið úttalast 'profetiii', meðan kallkynsorðið úttalast 'profeeeti'.

Ein lurtari eftirlýsir orðið, collagen, sum viðkomandi ikki finnur í EN-FØ ella DA-FØ og tí spyr, um tað finst eitt føroyskt orð ella ein føroysk stavseting av orðinum.

- Um tú trýstir á 'Leita í frágreiðing' og skrivar 'kollagen', so finnur tú orðið í TÝ-FØ og RU-FØ, svarar Elin Henriksen lurtaranum.

Orðini, at smetta og skorta, verða eisini umrødd, og Elin Henriksen greiðir frá upprunanum til hesi orðini.

 

Hin ella tann

Hin gamli maðurin. Hin heilaga Skriftin. Hví ikki: Tann gamli maðurin.Tann heilaga Skriftin.

Sum bundið kenniorð er hin eldri, og hevur givið okkum endingarnar í bundnum navnorðum: hin maðurin, hitt barnið, hini fólkini.

Serliga í eldri tekstum er heilt vanligt at nýta hin sum bundið kenniorð, men í nýggjari máli er vanligari at nýta tann sum bundið kenniorð, og hin verður mest nýtt í merkingini av fornavninum: tann, sum ikki er hesin.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023