Málteigurin

Tey føroysku málførini IV
15-02-2022
Fjórða av fimm sendingum um føroysku málførini. Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum, greiðir frá. Í dag tosa vit um málførini sunnan fyri Skopunarfjørð

Sendirøð í fimm pørtum, sum millum annað snýr seg um, hvussu málførini vóru flokkað av fyrstan tíð, og hvussu tey skilja seg hvørt frá øðrum.

Í fjórðu sending verður tosað um málførini sunnanfjørðs - tað vil siga sunnan fyri Skopunarfjørð.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023