Málteigurin

Ein triðingstroyggja er eitt slag av løn
07-03-2022
Orðið, triðingstroyggja, er í bók eftir Sólruna Michelsen, har høvuðspersónurin bindur eina triðingstroyggju. Lurtari spyr, hvat ein triðingstroyggja er

Í bókini hjá Sólrun Michelsen las eg at Helena bant eina triðingstroyggju. Hvat er ein triðingstroyggja?

Tað er eitt slag av løn fyri arbeiði, ein triðingsgerð, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

Ognarleys fólk kundu fyrr í tíðini biðja sær ull at virka og binda til pløgg. Tá ið tey høvdu bundið tríggjar troyggjur (ella onnur pløgg), fekk tann, sum læt ullina, tvær troyggjur, og tann, sum bant tær, fekk eina troyggju til sín sjálvs.

 

Nógvir ymsir spurningar

Fleiri ymisk evni eru á skránni í hesi sending, og ymsu spurningarnir ljóða soleiðis: 

Hann kláraði tað so dánt, hví siga vit soleiðis, og hvaðani stavar tað?

Hvat er munurin á tá og tá ið, og hvussu brúka vit máliskuna hava ella vera lív laga.

Orðið, besnissaður kemur av enska orðinum business. Er tað møguligt, at fryntligur kemur frá enska orðinum friendly?

Ein vinmaður nevndi fyri mær, at orðini 'pretty' og 'handsome' úr enskum næstan altíð brúkast til ávíkavist konufólk og mannfólk. Hava vit líknandi orð á føroyskum?
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023