Málteigurin

A eitur /ea/ og hevur tríggjar ymsar framburðir
28-03-2022
Lærari sigur seg altíð hava sagt við næmingarnar, at fyrsti bókstavur 'a' hevur tvey nøvn: 'æ' og 'a'. Betri er at siga, at hann hevur eitt navn: /ea/, heldur Elin Henriksen

Eg havi altíð sagt við næmingarnar, at fyrsti bókstavur 'a' hevur tvey nøvn: 'æ' og 'a'.

Elin Henriksen heldur tað vera betri at siga, at bókstavurin hevur eitt navn: /ea/, men at hann hevur tríggjar ymsar framburðir: apa, hann, statur.

Hon greiðir frá, at tað er heilt vanligt, at ein bókstavur hevur ymiskan framburð, men navnið á bókstavinum er altíð tað langa ljóðvirðið. e, ó, o, ú.

- Eisini navnið ella heitið á tí fyrsta bókstavinum: /ea/og ikki a, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Vestur og suður

Hví eitur tað 'vestur í Vágar', tá man fer úr Havn til Vágar, men tá man skal heimaftur, eitur tað 'suður til Havnar'?

Kósir eita ikki altíð andheiti, tá ið mann fer hin vegin. T.d. fara vit úr Havn inn á Skálafjørðin, men vit fara ikki av Skálafjørðinum út til Havnar, men suður til Havnar, greiðir Elin Henriksen frá.

Skrivað málføri

Hví er tað rætt at skriva je, tikor o.s.fr. men ikki loyvt at skriva noy?

Vit hava nógv dømi um, at orð við somu stavseting hava ymiskan framburð. T.d. verður bókstavurin ei framborin sum ai, oy ella ey, men vit kunnu ikki hava ymiska stavseting, alt eftir málføri, so tí nýta vit bókstavin ei, men siga samstundis, at hann kann verða framborin sum ai, oy ella ey.

Hinvegin eru orð sum okur og tykur so mikið langt frá orðunum vit og tit, at har mugu vit skriva øðrvísi, staðfestir Elin Henriksen, sum í sendingini eisini greinar orðið, ærudráp.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023