Málteigurin

Toga og hála og munurin teirra millum
04-04-2022
Toga, hála og draga verða nýtt hvørt um annað, og tað ber illa til at siga akkurát, hvat munurin er, hóast vit munnu hava varhugan av, nær vit skulu brúka hvat

Vit sótu við nátturaborðið, familjan við donsku verdóttrini, og meðan vit forkláraðu henni eitt og annað um føroyska málið, fóru vit at kjakast um munin millum at hála og toga. Hvat er munurin?

- Eg veit ikki, um tað ber til at siga akkurát, hvat munurin er, tí ofta kunnu hesi bæði orðini verða brúkt hvørt um annað. Men viðhvørt kunnu vit bara nýta hála, og viðhvørt bara draga, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.

 

Brokka og hosta/harka

At brokka seg um nakað merkir at grenja, smágrenja ella fýlast inn á okkurt heima hjá okkum, men herfyri varnaðist eg, at orðið sambært orðabókini merkir at hosta ella harka, skrivar undrandi lurtari.

- Orðið brokk og at brokka seg um grenj og at grenja er komið beinleiðis úr donskum. Haðani stavar tað úr týskum, brocken, sum merkir at morla ella syndra, greiðir Elin Henriksen, frá.

 

Oyrna, eygna, lungna og nýrna

Hoyri ofta fólk tosa um oyralokkar, oyralækna og oyravoks. Tað eitur oyrnalækni og oyrnavoks. Kunnu tit greiða frá hesum?

Nógv hvørkikynsorð fylgja einum bendingarmynstri, sum eitur h1. Tey av hesum orðum, sum eru heiti á kropslutum, fáa í hvørsfalli fleirtali endingina -na. Og har standa tey, tá ið tey eru fyrri liður í samansettum orði: lungnabruni, eygnalækni, oyrnastingir, eistnastrongur (sáðstrongur), nýrnabruni.

Men tá ið fremri liður er hjarta, siga vit hjarta- og ikki hjartna-, tí hjartað er eittans: hjartasorg, hjartaljóð. Tó verður summastaðni sagt hjartnamørur um hjartamør.

 

Døtur/døtrar

Nú verða bøkur og døtur javnan bendar skeivt í fleirtali:
Ób. bøkur, bøkur, bókum(bøkrum), bóka.
Bu. bøkurnar, bøkurnar, bókunum(bøkrunum), bókanna.

Sama er við "dóttir" í hvør - og hvønnfalli í flt.:
Ób. døtur(døtrar), døtur(døtrar), døtrum, døtra.
Bu. døturnar(døtrarnar), døturnar(døtrarnar), døtrunum, døtranna.

Hvaðani kemur henda løgna ávirkanin, úr donskum kanska?

- Tað man heldur vera ávirkan av øðrum føroyskum bendingum, heldur Elin Henriksen, og greiðir frá, at ofta gongur tað soleiðis, at bendingar, sum fá orð ganga eftir, mugu víkja fyri bendingum, sum nógv orð hava.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023