Málteigurin

Fiskur hevur stert, fuglur vel og hvalur sveiv
11-04-2022
Tað ger ongan mun, at tey, sum duga heitini á dýrum, fuglum og fiskum, argast inn á, at summi ikki duga tey. Tað er bara eitt at gera, og tað er at brúka øll hesi orðini.

Hvat er rættari at siga: havtaskusporl ella havtaskuhali?

Í sendingini í dag tosa vit millum annað um ymsu heitini á djórum, fuglum og fiskum.

So løgið tað ljóðar hjá teimum, sum kenna øll hesi orðini, so er tað als ikki óvanligt at tosa um “hala”, bæði hjá fugli, fiski og hvali, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Hon sigur, at málið hjá okkum er ríkari enn so. Og tað ger ongan mun, at tey, sum duga heitini á dýrum, fuglum og fiskum, argast inn á, at summi ikki duga tey. Tað er bara eitt at gera, og tað er at brúka øll hesi orðini

 

Dymbildagavika

Páskirnar nærkast, og hendan vikan verður kallað Dymbildagavika ella stilla vika. 

Ta vikuna skuldi alt vera stilt, sjálvt kirkjuklokkan. Tí vundu tey klæði um kúlvin í kirkjuklokkuni, ella skiftu hann út við træ-kúlv, so at hon ikki skulu ljóða so hart, greiðir Elin Henriksen frá.

Tá æt hann dymbil. Klokkan var dumb - stumm, harav navnið dymbildagavika. Langt úti skylt við orðið at dempa ljóð. 
 

Norðurlond

Eg hoyri ofta norðurlendsku londini, eru vit givin at siga norðurlond?

Tað eitur framvegis Norðulond og verður skrivað við stórum. Hitt man vera beinleiðis úr donskum: nordiske lande, svarar Elin Henriksen.

 

Varðveita orð

Tit tosaðu í eini sending um at varðveita orð - meini tað var í sambandi við Móðurmálsdagin. Verða hesi orðini nýtt í dagligari talu:

Ráðislig - piparslig - køvislig - nissulig - kvælislig - pappírslig - gyselig - gírig - tóm - skralltóm - uppstilla - snobens - (sær knallandi gott út) - (dottin útí aftur) - (heldur seg vera) 

Summi av hesum orðunum bera brá av at vera slang (fø-fø: talumál ið ikki hevur vunnið hevd í skriftmáli (hjá ávísum bólki t.d. ungdómi ella fólki í somu vinnu, ofta av fremmandum uppruna). Tey fáa ofta ta lagnu at verða gloymd aftur - og um tey verða varðveitt, koma tey fyrr ella seinni í orðabøkurnar, greiðir Elin Henriksen frá. 

 

Lurtari hevur sent okkum hetta skrivið um orðini, væl og gott:

Væl stendur í mun til illa; men gott er lægsta stigbending av gott, betri, best.

Av tí, at væl og gott ikki eru eins, skriva vit væl betur (ikki væl betri), men gott, betri (ikki betur), best. Altso hoyrir betur saman við væl; og betri hoyrir saman við gott. Væl og gott eru altso liðir í hvør síni ketu, og kunnu tí ikki vekslast.

'Hatta var væl sagt' merkir, at tað var væl borið fram. 'Hatta var gott sagt' merkir, at tað, ið sagt varð, var gott.

Tað sama, um man tosar um sang: Hatta var væl sungið merkir, at tað var væl sungið, í mun til illa sungið, altso merkir tað, at sangtekniskt var tað perfekt, men kundi sum so ljóða illa kortini. Um sangarin sang gott, so merkir tað, at hann sang bæði væl og kom væl frá tí sum heild, at alt var gott við sangi hansara.

Í dag eru fólk farin at siga t.d., At "Tað kennist væl", tá ið tey áttu at sagt: Tað kennist gott. At okkurt kennist væl merkir, at tað er lætt at merkja tað, (í mun til, at tað kennist illa (altso er tað ringt at kenna tað); men at okkurt kennist gott merkir jú, at tað, ein kennir, er gott.

Ná, men hetta man vera tað, kanska gott og væl.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023