Málteigurin

Tiltak og átak
09-05-2022
Átak tykist mær at vera positivt, meðan tiltak kann vera bæði negativt og positivt, skrivar lurtari til Málteigin

Hvat er munurin á orðunum, átak og tiltak?

Her er talan um tvey ymisk orð, átak og tiltak, greiðir Elin Henriksen frá.

Orðið átak hevur tvær gamlar merkingar, ið neyvan verða nýttar longur:
1) at taka hart á, leggja nógva orku í, og
2) at hava vaml og spýggja. Og tá kann tað eisini eita 'átøk'.

Men tað er ivaleyst nýggjasta merkingin, talan her er um, fø-fø:
3 (ným.) miðvísar gerðir ið hava til endamáls at ávirka vitan, hugburð el. atburð hjá fólki (vanl. í stutta tíð) [da. kampagne];

- So ja, eitt átak er vanliga jaliga meint. Men alt eftir sjónarhorni kann eitt átak eisini vera neiligt, vísir Elin Henriksen á.

Eitt tiltak hevur nógvar ymiskar merkingar, harav tær vanligastu munnu vera hesar, fø-fø:
1) gerð ið setur e-t í gongd, vilja vit heita á landsstýrið um at seta í verk neyðug tiltøk
2) e-t ið fyriskipað verður (t.d. framsýning, sjónleikur, filmsýning, kapping)

Her er tað ivaleyst fyrru merkingini, vit skulu hava fatur á.

Tiltøk kunnu verða sett í verk bæði fyri at fremja eitthvørt og fyri at forða fyri onkrum. Slík tiltøk eru bundnari at lógum og reglum, enn átøk eru.
 

Undir Føroyum

Kunnu menn og kvinnur fiska undir Føroyum? Eg veit at hetta mangan verdur sagt, men nú eg hugsi - kennist tað at fiska undir Føroyum mær ógvuliga torført.

Undir hevur so nógvar aðrar merkingar enn sum fyriseting, ið vil siga 'beint niðriundir', sigur Elin Henriksen.

Hoyri ofta 'hevði verið' vera brúkt ístaðin fyri var. Til tømis í tíðindunum í útvarpinum, tá ið verturin sigur, at viðkomandi hevði verið á tíðindafundi. Hví ikki bara: var á tíðindafundi?

Og hvussu eitur lýsingarskeltið, ið verður lagt ímillum innkeypið hjá ymsu kundunum.

Hesi eru nøkur av dagsins evnum í Málteiginum.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023