Málteigurin

Ein lógvi og ein lógv
30-05-2022
Kendasti lógvin man vera innsíðan á hondini og er kallkyn, meðan fuglurin, lógvin, er kvennkyn og bendist tí øðrvísi enn ein lógvi

Eg síggi viðhvørt, at fólk nevna ein fugl ein lógvi, fleiri lógvar. Kunnu tit greiða frá hesum, spyr lurtari.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at nøkur orð eru komin í bland.

Kallkynsorðið lógvi hevur ymsar merkingar. Vanligasta merkingin er, at lógvin er innsíðan á hondini (rætt honum lógvan, upp í lógvan), men tað kann eisini vera fingravøttur við avkubbaðum fingrum, lítil kalvi, lítið jarðarstykki og ovari breiði parturin á krúnublaði.

Og so hava vit fleiri ymisk kvennkynsorð, sum eita lógv. Eitt er úr sjóvarmálanum:

  • 1 sandur sum alda brýtur á, tað brýtur sum á lógv (brýtur javn og samt, brot í brot)
  • 2 sjógvurin tætt úti fyri sandi, lógvin brýtur; lógvin er so hvøll aldudrátturin hoyrist væl

Hetta orðið kenna vit kanska best úr Saksun, har vit kunnu fara út á Lónna og vera úti á Lógv.

Ein onnur merking við somu bending er:
loðin síða á klæði (tað ið ullast á (vovnum el. bundnum) klæði), nappur (2), lógvin er slitin av teppinum

Vanligasta merkingin av lógv er tó fuglanavnið. Hesin fitti heiðafuglurin við sínum eyðkenda ljóði, sum vit hoyra, tá ið láirnar láta.

Tá ið summi siga lógvi í staðin fyri lógv, so kann tað annaðhvørt verða bland við kallkynsorðið lógvi, ella kann tað vera bland við fuglanavnið spógvi, sum jú er kallkyn, men ljóðini líkjast.

 

Villur í yrkingum

Yrkingin, Á, kundi á tíðarhavið, eftir Poul F. Joensen kom út í 1942 í savninum 'Millum heims og heljar', og har hevur hon hesa stavsetingina: kundi, og kasta (við ongum ð.

Hanus G. Johansen gjørdi yrkingina kenda við at seta lag til og syngja hana, útgávan er Gaman og álvara, og har er yrkingin prentað við somu stavseting sum upprunaliga.

Bæði Poul F. og Hanus hava málføri, har u-ending vanliga verður framborin i: kundi. Og ð hoyrist ikki.

Men hevði henda sama orðingin verið skrivað eftir rættstavingini, so hevði stavsetingin verið 'Áh, kundu ... vit akker kastað'.

Spurningurin er, eiga slíkar villur at at fáa frið, ella skulu tær rættast, tá ið vit varnast tær?

 

Umframt hesi evni umrøða vit, um tað eitur, at ein tík gongur við ella á illum, um at føroyingar brúka orðið, koyra, so nógv, s-ljóð í hvørfalli, nær tað er neyðugt at brúka orðið, ávikavist, raðtøl og orðið, loringin.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023