Málteigurin

Føroyska orðið fyri 'sensommer' er síðsummar
12-09-2022
Í september hevur veðrið verið avbera gott, og fleiri brúka orðið, seinsummar. Lurtari sóknast eftir einum betri orði

Lurtari spyr, um vit eiga eitt betri orð enn 'seinsummar'.

- Jú: síðsummar, tá ið okkum tørvar at lýsa seinna part av sumrinum við einum orði, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Nú Elizabeth drotning er farin, er Charles vorðin kongur, og kona hansara, Camilla, verður á enskum umrødd sum 'Queen Consort'.

Hetta merkir í stuttum, at hon er vorðing drotning, tí hon er gift við kongi og ikki trúnarvingur. Vit umrøða, hvussu 'Queen Consort' kann sigast á føroyskum.

 

Hvønnfallið setir dám á dagsins sending, nú annað fallið í føroyskum og setningsliðurin, ávirkið, eru á skránni.

Og so verður munurin á fer og kemur eisini viðgjørdur.

Eitur tað: soleiðis kemur Havnará at síggja út, ella soleiðis fer Havnará at síggja út.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023