Málteigurin

Tað er málføri at siga grein og beit við oy
26-09-2022
Tvíljóðið, ei, hevur tann sjáldsama eginleikan, at tað kann úttalast upp á tríggjar mátar: ei, oy og ey. Av fleiri dømum kunnu nevnast grein, beit og skein

Sigur mann grein, greyn ella groyn, beyt, beit ella boyt, og stavast ongin og onki við ei ella o. Hesir eru tveir av spurningunum, sum lurtari hevur sent Málteiginum. 

- Málsliga er tað púra rætt at siga 'groyn' og 'boyt'. Orðini stavast við ei, og ei verður framborið oy norðanfyri, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá, og hon leggur afturat, at bæði eingin og ongin og einki og onki er góðkendar stavsetingar.

 

Óbeinleiðis ávirki

Flestu okkara kenna ávirkið - tað, sum vit seta trýkant undir, tá ið vit greina setningar - men eitt eitur beinleiðis ávirki og eitt annað óbeinleiðis ávirki.

Tey flestu sagnorðini, sum kunnu taka óbeinleiðis ávirki, hava okkurt at gera við at geva ella lata.

Dømi: 

  • Mamman gevur børnunum breyð.
  • Landið veitir teimum lesandi studning.
  • Abbi bar seyðinum hoyggj.
  • Konan sendi honum eitt bræv.
  • Eg unni henni ein góðan bústað.
  • Stjórin rindar starvsfólkunum løn.
  • Hann gjørdi henni ein beina.
  • Hon fyrigevur honum gerðina.
  • Lærarin sigur børnunum eina søgu.

 

Við samkenslu ella djúpastu samkenslu

Tá ið fólk missa, er vanligt at siga við samkenslu ella við djúpastu samkenslu. Er munur á samkensluni tá, spyr lurtari.

Elin Henriksen heldur, at tað skuldi verið nóg mikið at sagt 'við samkenslu'.

- Men okkum dámar væl at styrkja tað, vit siga, tá ið talan er um sterkar kenslur. Og so er “djúpastu samkenslu” ikki av leið. Summi siga eisini “við inniligari samkenslu”, við somu merking, sigur hon. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023