Málteigurin

Hvat eitur hon er helst ávirkan úr donskum
03-10-2022
Fleiri siga, hvat eitur hon ella hann, heldur enn hvussu eitur hon ella hann. Hetta kann vera ávirkan úr donskum og enskum, sigur Elin Henriksen, málkøn

Hvat eitur hann ella hon? Hetta hoyri eg oftari og oftari, men skal tað ikki vera hvussu eitur hann ella hon, spyr lurtari Málteigin.

Elin Henriksen vísir á, at tað er fólkaligari at spyrja 'Hvussu eitur hon/hann?'

- Kanska er hitt ávirkan úr donskum og enskum: hvad, what. Vit kunnu tó kanska siga nakað soleiðis: 'Hvat er tað nú, hon eitur?'

 

Grensa ella groynsa?

Norrøna orðið er mark. Danska orðið grænse stavar úr týskum Grenze, sum aftur hevur orðið úr polskum, tvs. eitt tøkuorð úr einum slaviskum máli.

Tað er væl hugsandi, at grensa er blivin til greinsa/groynsa, ávirkað av da. rense, sum hjá okkum hevur varðveitt norrønna ei: reinsa/roynsa, greiðir Elin Henriksen frá.

 

Lyngklógv

Eg lurti eftir bókini, Fastatøkur, hjá Heðini Brú. Hvat er ein lyngklógv?

Elin Henriksen greiðir frá, at ein lyngklógv er ein grein av lyngi. Vit hava eisini orð sum t.d. arvaklógv: sproti av arva, ið festir rót. Kanska minnir greinin ella rótin um eina klógv.

 

Ei ella o

Er tað rætt at stava orð sum dreingir, leingi, eingin og einki við o?

Tað var ein av spurningunum í síðstu sending, og viðgerðin av hesum heldur fram í dagsins sending.

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023