Málteigurin

Á mótsattu síðu er hinumegin
17-10-2022
Nýtið gongubreytina á mótsattu síðu, stendur á skelti. Hetta er dømi um, at vit hugsa á donskum og týða beinleiðis, sigur Elin Henriksen, málkøn

Hvussu ber tað til, at vit gloyma at brúka góð føroysk orð sum til dømis hinumegin, spyr lurtari, sum hevur sæð skelti við tekstinum.

Nýtið gongubreytina á mótsattu síðu.

- Hugsa á donskum og týða beinleiðis, hóast vit hava frálík orð á føroyskum, sigur Elin Henriksen.

Hví siga vit: "tað ivist eg onga løtu í" og "eg ivist onga løtu í tí?"

Tað er løgið, at tað verður til "tí" í seinna førinum, ella er tað øvugt? Áttu vit at sagt, tí ivist eg onga løtu í?

Og vit umrøða eisini staðarnavnið, Sandagerði.

Sláa til og stuttflutt

"Jóan Símun sló til ímóti tomum turkum" stóð á kvf.fo.

Kann mann siga sló til ímóti?

Nýtt orð er farið at gera um seg. Tað er orðið stuttflutt.

Er hetta eitt gott orð, spyr lurtari.

Bíða og biðja:

Í seinastu sending var ein lurtari, sum spurdi, nær vit skriva j í orðum sum at biðja og at bíða.

Tað er ikki lætt at vita, tí vit hoyra ikki mun, og tað stutta svarið er, at bíða hevur onganíð nakað j. At bíða - hann bíðar - hann bíðaði - teir bíðaðu - hava bíðað.

Og biðja hevur bara j, tá ið tað stendur biðja: at biðja, vit biðja og teir biðja.

Í øllum hinum bendingum er einki j: hann biður - hann bað - teir bóðu - hava biðið. ---

Og so eru tveir spurningar um orðingar.

Lurtarar vilja vita, hvaðani orðingarnar, at geva skarvin yvir og á jødarnar, koma.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023