Málteigurin

Prísir vaksa og stig hækka
24-10-2022
Orðini, vaksa og hækka, verða brúkt hvørt um annað. Tá ið okkurt er stórt ella lítið, veksur ella minkar tað - ella økist, meðan nakað, sum er høgt ella lágt, hækkar og lækkar

Nær siga vit hækka, og nær siga vit vaksa? Hækka prísirnir ella vaksa teir?

- Til dømis tøl. Hjá okkum tosa vit um stór og smá tøl, ikki høg og lág tal, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

Vandi og váðar hækka ikki, tí á føroyskum eru vandi og váði stórir og kunnu tí vaksa ella minka. 

 

Nýflett tálg

Í spurnarkappingini í sjónvarpinum fyri góðari viku síðan bleiv sagt ný flett tálg. Er hetta rætt, spyr lurtari?

Tað kann kanska ljóða løgið at tosa um nýfletta tálg, tí tað er jú seyðurin, og ikki tálgin, sum er flett. Robert Joensen nýtir orðið ?nýflett? í hesum sambandi: nýflettur seyður, nýflett krov, nýflett lamb, nýflett tálg, nýflett ær.

 

Bezzerwisser enntá á føroyskum

Slagorðið hjá føroyska Bezzerwisser er: "Enntá á føroyskum". Men hvussu skal orðið, enntá, skiljast? 

Tað er ikki lætt at viðgera týdningin av orðinum 'enntá', tí tað kann verða brúkt á mangan hátt, og merkingarnar, sum standa í MMO, samsvara ikki rættiliga við mátan, orðið vanliga verður brúkt nú á døgum.

Enntá kann verða brúkt sum 'sjálvt' ella 'hóast': "Nú er tátt, enntá á jólum" - "sjálvt á jólum", "hóast tað eru jól". Við hesi merking kann tað fatast niðrandi fyri føroyskt, at spælið enntá er á føroyskum.

Men 'enntá' kann eisini verða brúkt sum 'enn betur, uppaftur betur', kanska um okkurt heldur óvæntað: "Tað gekk enntá betur, enn vit hildu frammanundan".

Við hesi merking kann tað fatast sum, at spælið er fantastiskt, og enn betur:tað er á føroyskum.

 

Ávegis

Tá ið onkur flytur seg úr einum stað til annað, er hann á veg. Ávegis vil siga ein part av leiðini. At vera á veg og ávegis er ikki tað sama.

Dømi:
"Vit fóru tíðliga av stað á veg til flogvøllin, men komin nakað ávegis, máttu vit venda aftur, tí vit høvdu gloymt okkurt."

Hýruvognurin er á veg - men hann er seinkaður, tí hann steðgaði ávegis (t.e. áðrenn hann kom leiðina fram).

Fyrr kundi Smyril vera á veg úr Vági til Havnar og leggja at á Tvøroyri ávegis.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023