Málteigurin

Tríggjar fyrisetingar, sum taka bæði hvønn- og hvørjumfall
21-11-2022
Á, undir og yvir eru tríggjar av sjey fyrisetingum, sum kunnu taka bæði hvønn- og hvørjumfall. Og so er spurningurin, nær er tað hvat? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá

Summar fyrisetingar stýra annaðhvørt hvønn- ella hvørjumfalli, og summar stýra báðum. Í sendingini hesa ferð tosa vit um tríggjar av teimum sjey, sum stýra báðum. 

Tær eru á, undir og yvir. 

Hesar tríggjar fyrisetingarnar siga okkurt um stað: hvagar og hvar. Nú á døgum verður ofta sagt hvar í báðum førum, men har er munur á: hvagar fert tú, og hvar ert tú.

Tá ið vit kunnu siga hvagar, so er talan um onkra broytta støðu, broyting, flyting:

Á

  • Hvagar fert tú? Eg fari umborð á bátin. Hvønnfall bátin, tú flytur teg, broytt støða.
  • Hvar ert tú? Eg eri umborð á bátinum. Hvørjumfall bátinum,tú ert á sama stað, støðan er óbroytt.
  • Nøkur dømi aftrat: tú setur teg á stólin - hvønnfall, tú situr á stólinum - hvørjumfall. Tú fert út á vegin - hvønnfall, tú gongur á vegnum - hvørjumfall.

UNDIR

  • Hvagar fert tú? Eg leggi meg undir dýnuna (hvønnfall, flyting, broyting). Hvar ert tú? Eg liggi undir dýnuni(hvørjumfall, flyting, broyting).
  • Tú setur stólin inn undir borðið (hvønnfall), og stólurin stendur undir borðinum (hvørjumfall). Tá ið tú byggir, leggur tú hitarør undir gólvið (hvønnfall), og rørini liggja so undir gólvinum (hvørjumfall).

YVIR

  • Tá ið tú fert at mála, hvagar leggur tú so plast? Eg leggi plast oman yvir møblarnar (broyting, flyting, hvønnfall). Plastið liggur oman yvir møblunum (hvørjumfall, óbroytt støða).
  • Tú kanst fara í troyggju uttan yvir skjúrtuna (hvønnfall, broyting), og so ert tú í troyggju uttan yvir skjúrtuni (hvørjumfall, óbroytt støða).
     

Trø tendra ikki seg sjálvi

Í nøkur ár hava vit hoyrt í lýsingum, at jólatræið tendrar, og nú hoyra vit eisini javnan, at tunnilin steingir. Men er hetta røtt málnýtsla? Kann eitt træ tendra og ein tunnil steingja?

At tendra er vanliga ávirkandi sagnorð: vit tendrað ljósið, og ljósið verður tendrað.

Orðið kann tó eisini vera óávirkandi, men tá er talan um flutta merking: hevur tú góða tendring, so tendrar tú - tvs. so verður tú lætt ill ella øsir teg.

Eingin ivi um, at tað er skeivt at siga, at jólatræið tendrar, og rætt at siga, at jólatræið verður tendrað, og sama ger seg galdandi við døminum um tunlar, sum steingja. 
 

Gakk og hakk

Sagnorðið at ganga eitur gangið, tá ið vit geva fleiri boð. Altso, gangið í takt, men í eintali eitur tað gakk. Gakk avstað við tær ella gakk í takt. Men er tað lov at siga gang í staðin fyri gakk?

- At ganga eitur gakk í boðshátti eintali, men av tí, at hetta er so mikið sjáldsamt, verður ofta sagt gang í staðin, greiðir Elin Henriksen frá. 

 

Víðka ella breiðka

Hoyrdi herfyri, at Tjørnuvíkarvegurin skal víðkast - tað haldi eg ljóða avbera skeivt, skrivar lurtari.

Vanliga siga vit um ein veg, sum er smalur, og vit vilja hava hann breiðan, at hann verður breiðkaður. 

Hinvegin, so hevur smalur ymisk andnevni: umframt at breiður er tað øvugta av smalur, so er víður eisini tað mótsetta av smalur. T.d. eitt smalt skjúrt og eitt vítt skjúrt.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023