Málteigurin

Orðatøk í Málteiginum
05-12-2022
Í sendingini er nýggjur táttur, har vit taka gomul orðatøk upp og greina, hvat tey merkja

Køld eru konuráð, er gamalt orðatak, men hvat merkir tað?

Málteigurin tekur upp nýggjan tátt við orðatøkum í dagsins sending, og frameftir fara vit at viðgera eitt ella tvey orðatøk í hvørji sending.

Føroyar líkjast USA, tá tað snýr seg um álit á tíðindamiðlum

Soleiðis stóð á kvf.fo herfyri. Men hava vit álit á miðlar ella miðlum?

Lurtari vil vita, nær vit siga móti og í móti ella millum og í millum.

Í sendingini í dag viðgera vit eisini fyrisetingina, eftir, sum stýrir bæði hvønn- og hvørjumfalli og orðið, ásin.

Harafturat verður eisini tosað um, nær sernøvn sum til dømis Tórshavnar kommuna, Tjaldurs apotek og Føroya landsstýri skulu skrivast við lítlum ella stórum, og so spyr lurtari um orðingina, "eg skettaði ikki eftir", sum omman plagdi at taka til.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023