Málteigurin

Tað eitur ert tú samd við meg
12-12-2022
Tað er vorðið púra vanligt at siga ert tú samd við mær, honum og teimum, men tað eitur ert tú samd við meg, hann og tey. Við stýrir hvønnfalli, sigur Elin Henriksen, málkøn

Hvat er tað rætta? Eg eri púra samd við hana ella henni?

Rættiliga mong siga henni, hóast tað málsliga rætta er hana. Her er talan um eina málbroyting, sum er í ferð við at henda. Hon er ikki gjøgnumførd enn, tí tað eru nøkur, ið siga hana, men tey allarflestu siga henni. 

Fyrisetingin, sum vit viðgera í hesi sendingini, er við. 

Í sambandi við hetta orðið kunnu vit byrja við somu meginreglu, sum vit annars hava brúkt, greiðir Elin Henriksen frá.

Hvønnfall hevur við broyting at gera, og hvørjumfall við onga ella minni broyting. Í sambandi við “við” orða vit hesa meginreglu eitt sindur øðrvísi:

Eftir “við” stendur námind (t.v.s. nær við okkurt) í hvønnfalli.

Dømi: Vit búgva nær við býin, sita tætt við borðið, ganga uppi við ánna.

Og tann ella tað, sum ein gerð er vend ímóti, ella ger okkurt við, er í hvønnfalli.

Dømi: Hon spældi við hana. Hann segði tað við meg. Omman er blíð við hana. Eg eri samd við teg.

 

Manga takk og binditoy

Lurtari vil vita, hvi vit siga manga takk, men manga (úttalað við e) ferðina?

Bleiv púra paff fyrstu ferð hoyrdi ein starvsfelaga siga "Rætt mær binditoyðið"!

Fann tó skjótt útav, at "soleiðis sigur mann bara í Havn", tá ið mann tosar um stokkar. Hvaðan stavar orðið? Og hvussu kann mann venja fólk av við hesa máliskuna?

 

Endurnýgging ella endurnýggjan

Her er talan um, at sagnorð verða brúkt at gera navnorð við, og her er eingin regla, slær Elin Henriksen púra fast. 

Og so umrøða vit eisini spurning um, tað eitur um eitt skarð og um ein háls, tá ið tað snýr seg um veðurstøðir. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024