Málteigurin

Faktiskt er óneyðugt ífylluorð
06-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen

Í dag tykist tað at vera ómøguligt at siga ein setning, uttan fremmandaorðið 'faktiskt' skal vera við. Hetta er púra óneyðugt, tí tað gevur onga meining, skrivar lurtari til Málteigin.

- Vit hava nógv í at velja, so tað man einamest vera vani at siga t.d. faktiskt, tá ið vit líka so væl kundu sagt t.d. í grundini, satt at siga, av røttum, rætt og slætt og so framvegis, sigur Elin Henriksen, málkøn.

 

Vit tosa eisini um veðurorð sum surk og at lotið trilkar, eins og vit eisini viðgera, hví tað eitur gongd í haga og ikki gongd í haganum, og hví fjallið Vørðufelli stavast við ð.

Eivind Weyhe hevur granskað nógv staðarnøvn og m.a. skrivað eina bók um fjallanøvn. Har greiðir hann frá, at Vørðufelli hevur navn eftir orðinum varði, sum nú er kallkyn, men sum fyrr hevði síðuformin vørða, kvennkyn. Harav Vørðu-felli.

Hevur tú ikki bókina Fjallanøvn hjá tær, so ber til at finna hana á netinum: ojs.setur.fo.
 

Og eftirsum vit nærkast 8. mars, taka vit tvey orðatøk, ið hava við kvinnur at gera:

Fyrr trýtir vatn í á enn kvinnu trýtir ráð
Fátt er sum faðir onki sum móðir

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023