Málteigurin

Begynna og byrja eru bæði føroysk
27-03-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er

Begynna, byrja, snakka, tosa, betala, gjalda, forstanda, skilja og grína, flenna.

Føroyskt hevur eina ørgrynnu av líknandi dømum, og í dagsins sending umrøða vit tvey av teimum, tí lurtarar hava spurt um hesi orðini, og hvat er rættari á føroyskum.

- Eg havi einki ímóti orðum sum at begynna og at snakka. Tað týdningarmesta er, at vit varðveita fjølbroytni: nógv ymisk orð og orðingar, so vit hava okkurt at velja í, alt eftir samanhangi og stíllegu, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Eitt annað dømi er orðið, for, sum eisini eitur ov á føroyskum. Lurtari spyr, um mann kann brúka for í skriftmálinum.

Dømi: eg bleiv for seinur til bussin.

- Eg haldi meg bara hava sæð ov seinur upp á skrift, sigur lurtarin.

Elin Henriksen greiðir frá, at orðið, for, við merkingini ov /o:/ stendur í fø-fø, merkt talumál.

- Tað kann saktans nýtast í gerandis skriftmáli, men í formligum tekstum er framvegis betri at skriva ov, sigur hon.

Í sendingini verður tosað um purismu, herundir stavsetingar- og bendingarpurismu.

Vit hava eisini nógvar viðmerkingar til undanfarnu sendingar um millum annað talskipanina, snældur og um orð skulu skrivast í einum ella ikki.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023