Máltíð

 
Er kopiera

Tak niður

Bíða við..
Máltíð
Um Sendingina

Máltíð er ein sendirøð um føroyskt mál, sum verður send í ávísum tíðarskeiðum í vetrarskránni hjá útvarpinum. Fyrsta sendingin er á skránni týsdagin 10. november 2015.

 

Eitt evni verður tikið upp í hvørjari sending, har gestir skifta orð um ávísa evnið, sum kann fevna um alt frá skrift- og talumáli til føroyskt sum ítróttarmál ella KT-mál.

 

Í hvørjari sending verður eisini kavað niður í útvarpssavnið, sum í hesum døgum verður talgilt. Har umrøða tíðindafólk í Kringvarpi Føroya ein gamlan tíðindastubba, og tey samanbera málið í skrivaða tíðindastubbanum við málið, sum verður nýtt í tíðindunum nú á døgum.

 

Eisini eru málslig ráð og ein klumma í hvørjari sending.

 

Ein klumma, sum hevur fingið heitið, Hugleiðing av hátúni, sum Petur Øster skrivar.

 

Longd: 45 minuttir

 

Vertur og redaktørur: Solby Christiansdóttir

Samband

Sendinga webform