Meg minnist

Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (6:7)
06-12-2020
Jógvan Arge hittir Svend Aage Ellefsen úr Miðvági. Sætta sending

Svend Aage Ellefsen hevur havt fleiri skip. Tá hann var í kommununi í 1970unum var hann við at fyrreika niðursjóðingarvirkið Kovan.

Í 1984 keyptu hann og fleiri línuskipið Gamla Andrass og seinni gamla Lækkaklett hjá miðvingum. Í 1986 var gamli Høgifossur keyptur og nevndur Norðstjørnan.

Í 1993 leasaði hann trolaran Atlantic Beatrice úr Kanada, sum, skrásettur í Belice, fiskaði tosk í altjóða sjógvi. Síðani hevði hann ein litavskan trolara við miðstøð í Íslandi á rækjuveiðu við Svalbard.

Síðst í nítiárunum hevði Svend Aage saman við øðrum tvey skip á uppsjóvarveiðu, Prestland og Krúnuna. Tær kvoturnar vórðu skjótt seldar.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023