Meg minnist

Meg minnist: Pætur Rasmussen (1:4)
10-01-2021
Jógvan Arge hittir Pætur Rasmussan á Skála. Fyrsta sending

Gestur í Meg minnist er 73 ára gamli Pætur Rasmussen á Skála. Eftir 48 ár í flogvinnu er hann givin. Hann byrjaði sum avgreiðslumaður fyri tyrlur norðuri í Upernavik í 1972 og gavst nú á Atlantsflog eftir 18 ár í Føroyum.

Hetta hevur verið eitt spennandi lív, sum hevur ført hann runt um í Grønlandi og heiminum annars. Pætur er føddur á Skála í 1947. Pápi hansara, Gunnar Rasmussen, var haðani. Mamman, Jenny Aaagaard, f. Nielsen, er ættað úr Vestmanna.

Tá Pætur hevði fingið realprógv í Runavík, fór hann í skrivstovulæru. Í 1970 fór hann til Danmarkar og í 1972 til Grønlands, har hann byrjaði í starvi hjá KGH í Upernavik.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023