Meg minnist

Meg minnist: Pætur Rasmussen (3:4)
24-01-2021
Jógvan Arge hittir Pætur Rasmussen á Skála. Triðja sending

Í august í 1988 flutti Pætur Rasmussen úr Streymfjørðinum til Nuuk í starv hjá charterfelagnum Glace. Hann fór á jólaveitslu í Føroyingafelagnum og varð skjótt formaður.

Glace hevði hvørt summar um 25 tyrlur og nøkur smá jetflogfør. Pætur yvirtók marknaðarføringina og søludeildina. Arbeitt varð í frálandsvinnu í Evropa og Kanada og farið varð eisini til Zimbabwe í Afrika.

Tað var trupult, men truplari var kanska í Jemen, sum var ófriðarligt land. Í 1992 varð Glace lagt undir Grønlandsfly. Har var Pætur, til hann fór til grønlendska ferðaráðið og seinni stovnaði egið felag, ið tók móti turistum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023