Meg minnist

Meg minnist: Jens Mohr (3:4)
18-04-2021
Jógvan Arge hittir Jens Mohr í Havn. Triðja sending

Í 1963 giftust Jens Mohr og Hervør hjá Jóan Jakku skómakaranum. Á ellisárum var Jóan Jakku ofta hjá teimum úti í Dr. Dahls gøtu, har tey bygdu við góðum útsýni yvir Sandágerð og allan Nólsoyarfjørð.

Jensi dámar væl í náttúruni. Hann hevur í eitt mannaminni verið fjallmaður í Glyvurshaga og skotið harur har. Í nøkur ár hevur hann spælt golf.

Partafeløg hjá Skipasmiðjuni og einstaklingum áttu skip sum Álaker, Vón, Hvítubjørn og Víking. Tórshavnar Skipasmiðja fór longu í 1939 undir at byggja skip. Fyrsta træskipið var Vón, og Másin var tað sætta og seinasta.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023