Meg minnist

Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (1:2)
02-05-2021
Jógvan Arge hittir Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík. Fyrra sending

Gamli borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, verður gestur í tveimum sendingum í Meg minnist. Steinbjørn er klaksvíkingur, lærdi til múrara í Havn í 60-unum og arbeiddi síðani sum sjálvstøðugur í Klaksvík.

Miðskeiðis í 1980-unum fekk hann starv á Húsalánsgrunninum. Í hesum starvi kom hann nógv runt um oyggjarnar. Í Havn gekk hann í Ebenezer og í Klaksvík er Betesda hansara samkoma.

Ferjumaðurin Óla Jákup Jacobsen, nevndur Ekspress, var abbi Steinbjørn. Hann var íverkseti, men kanska føddur 40 ár ov tíðliga, heldur Steinbjørn.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023