Meg minnist

Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (2:2)
09-05-2021
Jógvan Arge hittir Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík. Seinna sending

Steinbjørn O. Jacobsen varð valdur í býráðið í Klaksvík í 1996, og sat har í 24 ár. Í átta ár var hann borgarstjóri, onnur átta ár var hann varaborgarstjóri.

Tey bygdu tann fyrsta barnagarðin, loystu ferðslutrupulleikar og fóru undir at byggja Norðhavnina. Tað var ikki verri, at Norðoyatunnilin varð gjørdur.

Haðani var nógv grót at veiða til ymsar útbyggingar. Fótbóltur hevur hansara áhuga, og eina ferð varð hann boðin at røða á HB-veitslu. Hann ivaðist, men úrslitið var í lagi.

Hann hevur verið nógv í Fugloy. Nú búgva hann og konan í íbúð á Biskupstorgi við útsýni yvir alla vágna og Kunoyarfjall.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023