Meg minnist

Meg minnist: Hans Jákup Hermansen (1:3)
16-05-2021
Jógvan Arge hittir Hans Jákup Hermansen í Havn. 1. sending

Hans Jákup Hermansen úr Hósvík flutti til havnar útivið 10 ára gamal. Foreldrini Bodil og Herman Hermansen vóru bæði úr Hósvík. Bygdin lá uttan vegasamband, men ferðast varð eftir sjónum ella til gongu.

Hvalastøðin við Áir var spennandi. Hagar komu hvalabátarnir við stórhvali. Umstøðurnar broyttust, tá pápin brádliga doyði 49 ára gamal. Nú var skjótt farið til Havnar, og Hans Jákup fór at ganga skúla í Havn. Tað endaði við studenstprógvi í 1966.

Hans Jákup var við, tá Tjaldrið hevði samanstoyt í Oyrasundi í 1961, og hann var á veg til Grikkalands við skótum, tá álvarsami jarðskjálvtin var í Skopje í 1963.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023