Meg minnist

Meg minnist
28-11-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 6. sending.

Janus Jensen er hálvur toftamaður og hálvur hvalbingur. Pápin var Elisandur Jensen, ættaður úr Garðsenni í Hvalba. Hann var skipsføraralærdur og sigldi leingi við skonnartini ?Kongshavn?. Mamma Janus, Katrina, var dóttir Theodor á Heyggi og Annu úr Leigustovuni á Toftum. Theodor átti og førdi sluppina ?Annu?, sum fór á land í Íslandi og fórst við allari manningini. Anna sat nú einkja á øðrum sinni við fimm børnum. Yngst var Katrina, fødd í 1923. Brøður hennara vóru Hendrik, Maggi og Palli. Tá mamman doyði um 1940, tók Katrina húsarhaldið uppá seg. Brøðurnir vóru til skips.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023