Meg minnist

Meg minnist
19-12-2021
Jógvan Arge hittir Maluna Marnersdóttir, professara. 2. sending.

Malan Marnersdóttir lærdi seg týskt, meðan hon undirvísti í føroyskum í Frankfurt. Var eisini í ritstjórnini á bókmentaritinum Brá. Í 1983 varð hon adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Seinni var hon fyrst lektari og síðani rektari. Í sambandi við lesnaðin og starvið gav hon út fleiri bøkur um kvinnu-viðurskifti, sum fyri ein part vóru grundarlag undir hennara licentiatritgerð. Tá gjørdi hon nógv burtur úr framsókna kvinnublaðnum Oyggjarnar hjá Súsonnu Malenu Patursson fyrst í 20 øld. Fróðskaparsetrið er nógv broytt. Tey lesandi eru nógv fleiri og útbúgvingarnar nógv mentar.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023