- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist
Runt Skúvoynna (1:3)
01-07-2013
Runt Skúvoynna við Kjartani Hentze, 1 sending. Sending frá 1975 hjá Niels Juel Arge
Útvarpið fer nú at senda tríggjar sendingar, sum serliga snúgva seg um bjørgini í Skúvoy. Farið verður runt um Skúvoynna við skúvoyinginum Kjartani Hentze.
Kjartan Hentze greiðir mest frá fugli, bjørgum og bjargaferðum, sum altíð høvdu stóran týdning fyri skúvoyingar. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1975.
Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023