Meg minnist

Meg minnist: Jógvan við Keldu (1:3)
23-01-2022
Jógvan Arge hittir Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík. 1. sending.

Jógvan við Keldu er samskipari hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Hetta er felagsskapur fyri øll virk-ir í Klaksvík. Tá kreppan var upp á tað ringasta, varð ráðið stovnað til at samskipa ymisk átøk í býn-um og røkja sambandið við myndugleikar. Jógvan stjórnaði kórinum í Betesda í 46 ár. Kórið er frá 1926. Hann hevur eisini havt 17 sangarar, sum byrjaði við at syngja til útvarpið. Kórið hevur fingið góð ummæli uttanlands. Jógvan við Keldu lærdi hjá Kjølbro og stovnaði egið virki 20 ára gamal. Hann gavst, tá hann tók við sum borgarstjóri í 1981.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023