Meg minnist

Meg Minnist: Jógvan við Keldu (3:3)
07-02-2022
Jógvan Arge hittir Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík. Triðja og seinasta sending.

Jógvan við Keldu var 24 ár í kommunupolitikki í Klaksvík. Tvey skifti var hann borgarstjóri i tilsamans 16 ár. Hann sat á løgtingi í 12 ár, og var landsstýrismaður í innlendismálum í tvey ár. Tey fyrru borgarstjóraárini í 1980unum vóru spennandi, men tey seinnu í 1990unum vóru ein blandað uppliving, tá kreppan herjaði. Jógvan gavst í politikki í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hann var eitt árið á aðalfundi í ST og í mong ár hevði hann sæti í Norðurlandaráðnum antin sum tingmaður ella sum landsstýrismaður. Tað vóru áhugaverd ár.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023